Barack Obama, forseti, var í gjár í statinum Louisiana fyri at kunna seg um støðuna, nú stór øki fram við sjónum har eru dálkað av olju frá lekanum hjá BP. Hetta er aðru ferð, at forsetin er har suðuri og kunnar seg um støðuna.
-Tað áliggur mær at fáa hetta í rættlag, segði forsetin, áðrenn hann fór úr Washington. Men á einum tíðindafundi á Grans Isle seinni tók hann uppaftur, at tað er British Petroleum, skal skal gjalda tað, sum tað kostar at rudda økið aftur.
Tað er framvegis ikki greitt, um tann BP hevur havt eydnuna við sær, nú felagið ger enn eina roynd at tetta lekan í Meksikoflógvanum. Forstjórin, Tony Hayward, segði seinnapartin í gjár, at felagið kann neyvan siga nakað við vissu fyrr enn um í fyrsta lagi tvey samdøgur.
BP segði fyrradagin, at oljulekin hevði kostað felagnum 930 milliónir dollarar ella á leið 5,6 milliardir krónur.