Nýhugsan og nýbrot í Eysturoynni innan demensøkið, nú dagtilhaldið í Fuglafirði er latið upp, hjartaliga tillukku tit øll.
Røða, sum Haldis Joensen helt í sambandi við at nýtt dagtilhaldlat upp í Fuglafirði.
Tað er ongin loyna, at vit í Føroyum mangla tilboðini “ímillum” heim og røktarheim, til tey sum fáa sjúkuna demens. Tað er oftani við stórari sorg og ringari samvisku, at avvarðandi koyra síni kæru á stovn at búgva. Grundin til at avvarðani eru noydd at taka hesa stóru avgerð er, at tey fáa ikki tann stuðul, hjálp og avlastning, sum teimum tørvar í heiminum.
Nú dagtilhaldið í Fuglafirði er opnað, hava tey gjørt eitt stór arbeiði áðrenn. Tey hava verið úti og tosa við nógv fólk, faldari er farin í nógv hús og hava tey eisini verið og gjørt nógvar samrøður, sum er neyðugt. Á hendan hátt føla tey avvarðandi og tann sjúki seg sæddan og hoyrdan, tað eru jú tey, tað handlar um.
Sum árini ganga, koma fleiri og fleiri, ið eru sera ung sum fáa sjúkuna og tes vegna, er enn størri grund fyri at tosa um, hvat fyri rættindir tey hava, ella hvussu skal morgindagurin síggja út, ella hvat fyri avlastning ynskja avvarðandi sær. Tá tað er sagt, skulu øll fólk í einum vælferðarsamfelag hava virðulig rættindir, sjálvani eisini tey eldru.
Tað er nýhugsan og nýbrot, tí verkætlanin fevnur sera breitt, líka frá tøkni, jura, persónligt frælsi og nógv nógv annað og nú eisini hettar stásiliga dagtilhaldið í Fuglafirði. Hendan verkætlanin er sera breið og inniheldur fleirfalda tað, enn eg havi skriva omanfyri.
Vón mín er, at bæði avvarðani, starvsfólk, politikkara og kommunur taka væl ímótir hesum dagtilhaldið og hyggja “eisini” inn í eysturoynna, nú hol skal setast á, at flyta eldraøkið út.
Stóra takk til økisleiðsluna og verkætlanarbólkin í Eysturoynni, fyri eitt megnar nýhugsandi arbeiði, tit enn eina ferð hava gjørt og prógva at tað ber til. Góða eydnu og blíðan byr.










