Nýggur føroyskur Faroe Pride sangur

Kári Jacobsen, sum flest kenna úr tónleikabólkinum Nalja og sum skrivaði kenda ólavsøkusangin “Tann deiliga Havn”, hevur skrivað orð og lag til ein nýggjan Faroe Pride sang fyri LGBT Føroyar.

Sangurin eitur “Ymisk”, og hann fara tónleikarar at syngja og spæla á Faroe Pride tiltakinum leygardagin

 

Afturat sær hevur Kári Jacobsen, sum er á myndini, fingið systur sína, Eyð Jacobsen, Jens Marna Hansen, Arnfríð Lützen og Niels Uni Galán úr punkbólkinum 200, at syngja og spæla sangin við sær.

- Talan er sostatt um fimm sera ymiskar røddir og fimm sera ymiskar tónleikarar, ið vanliga fáast við ymiskar tónleikagreinir, sum fara at syngja og spæla sangin.

 

- Hetta ímyndar væl innihaldið í sanginum, sum snýr seg um, at vit øll eru ymisk á ein ella annan hátt. Men, at tað er hesin sami ymiskleikin, ið ger okkum sterkari og litríkari, sigur LGBT í Føroyum.

 

Annars byrjar skrúðgongan við Tórsvøll klokkan 16, har hitað verður upp. Síðani verður gingið oman gjøgnum miðbýin, framvið Vaglinum og enda verður niðri á Kongabrúnni við stórum ókeypis og familjuvinarligum tiltaki.

 

- Skrúðgongan er ikki einans ætla LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið vilja hava eitt rúmligari og fjølbroyttari samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

 

Tey, sum syngja og spæla á konsertini á Kongabrúnni í ár vera Teitur, Grandma ´s Basement, Jens Marni, Sakaris, Vágaverk, Marius Ziska, Hjørdis Johansen og Kári Jacobsen og hansara Pride All Stars.

 

Annars fer Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnarnevndin hjá Tórshavnar býráð, at seta Faroe Pride 2013 og Beinta Løwe Jacobsen heldur ársins Pride røðu.