Søgan snýr seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan. Ein dagin koma tveir skræddarar, ið siga seg duga at gera tey fínastu klæðini í heiminum: Tey eru ósjónlig hjá ódugnaligum ella býttum fólki. Og hesi klæðini vil keisarin sjálvandi hava.
- At lumpa seg sjálvan av berari forfongiligheit og ræðslu fyri sínum egna umdømi er eitt evni, sum ongantíð er vorðið óaktuelt síðan H.C. Andersen skrivaði søguna fyri skjótt tveyhundrað árum síðan, skrivar Tjóðpallurin í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum.
Tað eru Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð sum hava gjørt søguna til leik. Tey siga, at tey hava roynt at gera hana so stuttliga og rokuta sum gjørligt. Tey bæði hava eisini átikið sær at spæla allar leiklutirnar sjálvi, so tað verður ein rokmikil og festlig uppliving hjá bæði børnum og vaksnum. “Keisarans nýggju klæðir” verður framførdur á Ólavssøku, báðar dagarnar klokkan 16.00 og 18.00, á Tjóðpalli Føroya.