Arbeiðið at gera nýggja frítíðarstovu á Strondum gongur støðugt framá, og í gjár vórðu útiveggirnir reistir.
Tað er HVT, sum hevur høvðusuppgávuna at byggja nýggja frítíðarstovuna, og FT-Bygging stendur sum undirveitari fyri sjálvari byggingini.
Í Sjóvar kommunu vænta tey, at frítíðarstovan stendur innilokað, áðrenn árið er lokið.
- Umframt at nýggja frítíðarstovan loysir stóru avbjóðingina at hýsa skúlabólki og frítíðarstovubørnum er ætlanin eisini, at húsið skal virka sum ungdómshús um kvøldarnar.
Tað er tí við stórum spenningi, at bíðað verður eftir, at húsið verður liðugt og klárt at taka í nýtslu.
Í Sjóvar kommunu vænta tey, at frítíðarstovan verður liðug í seinnu hálvu av várinum 2023.
- Nær húsið verður tikið í nýtslu, er ikki avgjørt enn, men væntandi verður tað skjótast gjørligt, verður lagt aftrat.
Á heimasíðuni - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir av nýggju frítíðarstovuni á Strondum.
##med2##