Nýggj kirkjugarðsleið í Dalinum Langa

Tað varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið at játta 950 túsund krónur til at fara undir arbeiðið

Umboð fyri Hoyvíkar kirkju og borgarar í Hoyvík hava í fleiri umførum ynskt at betra um kirkjugarðsleiðina, soleiðis at líkbilurin við fylginum kann fara umvegis Dalin Langa niðan í nýggja kirkjugarðin.

 

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni. Víðari stendur skrivað:

 

Hoyvíkar kirkja varð bygd í 2007, og liggur sunnan fyri miðstaðargøtuna Karlamagnusarbreyt. Kirkjugarðurin er staðsettur norðan fyri Klingruna.

 

– Í dag koyrir líkbilurin eftir Løgmannabreyt, tá líkfylgið fer seinastu ferðina úr kirkjuni niðan í kirkjugarðin. Hetta verður ikki mett sum ein serliga virðilig leið, umframt at leiðin tykist rættiliga long.

 

– Tí hevur verið ynskt, at seinasta leiðin úr kirkjuni niðan í kirkjugarðin verður betrað og gjørd meiri virðilig.

 

Vegurin skal ganga frá kirkjutorginum yvir til verandi gøtu í Dalinum Langa og niðan í kirkjugarðin, so at líkfylgið kann fara beinleiðis út kirkjuni og niðan í kirkjugarðin.

 

Mælt var nú býráðnum til at játta 950 túsund krónur til at fara undir arbeiðið. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið.