Yvir 3000 føroyingar hava diabetis. Samstundis eru aðrir 3000 sum hava undanstig til sjúkuna.
Hetta er úrslitið av eini kanning hjá Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og sum júst er liðug nú í vár.
Við at leggja kostin um, og við at røra seg meiri, kunnu tey, sum hava diabetis á undanstigi, seinka munandi um, nær tey gerast sjúk, ella enntá forða fyri, at tey verða sjúk yvirhøvur.
Í morgun fekk landsstýrismaðurin í heilsumálum eina ætlan fyri, hvussu diabetis skal handfarast í Føroyum framyvir.
Tað er ein arbeiðsbólkur, sum hevur staðið fyri arbeiðnum og í álitinum verður staðfest, at talið á teimum, sum fáa diabetis, er nógv vaksið hesi seinastu árini.
Í diabetesheildarætlanini hevur arbeiðsbólkurin sett fram 18 tilmæli til landsstýrismannin.
Endamálið er bøta um viðgerðina, soleiðis at tað sæst aftur í færri fylgisjúkum og sjúkrahúsinnleggingum.
- Harumframt verður mælt til, at øll skulu hava sama møguleika at fáa staðfest sjúkuna, fáa viðgerð, undirvísing og eftirlit, sama hvar í landinum tey búgva.
Annars ásannar arbeiðsbólkurin, at mangan eru tey góðu kostráðini, fólk fáa, beinleiðis í andsøgn við hvørt annað.
- Hetta kann vera ørkymlandi, tí vilja vit keypa góðan, sunnan, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi kost, eru vit ofta í iva um, hvørji kostráð vit eiga at fylgja, ella hvørjar vørur vit eiga at keypa.
- Tí er ynskiligt, at tilmælini í Fólkaheilsuætlini frá apríl 2006, verða sett í verk, tí nógv fólk hava tørv á leiðbeining um góð kostráð.
- Í Føroyum hava vit eingi nýggj hagtøl, ið lýsa kostvanar sum heild hjá føroyingum. Tað er harðliga tiltrongt, at ein nýggj kanning verður gjørd, sigur arbeiðsbólkurin.
- Av tí, at kostur hevur so stóra ávirkan á heilsuna, er tað umráðandi, at fólk fáa atgongd til holla og viðurkenda kunning um tann týdning, sum kostur hevur fyri fólkaheilsuna, sigur arbeiðsbólkurin.










