Summar Festivalurin fekk í fjør sína egnu app, og hon varð væl móttikin av festivalgestunum. Nú stendur nýggjur festivalur fyri framman, og til hendan hevur Summar Festivalurin gjørt nýggja app.
Á appin ber til at lesa seinastu tíðindini um Summar Festivalin, fáa kunning um praktisk viðurskifti, lesa um allar bólkarnar og síggja skránna fyri festivalin.
Appin kann takast niður á fartelefonina umvegis AppStore ella Google Play, og hon er ókeypis at taka niður.