Nýgg tiltøk í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Nú summarið fer at halla, letur Føroyahúsið dyrnar upp aftur. Fleiri nýggj tiltøk eru sett í verk hesi seinastu árini, og nú verður farið undir eitt afturat.

Nú summarið fer at halla, letur Føroyahúsið dyrnar upp aftur. Fleiri nýggj tiltøk eru sett í verk hesi seinastu árini, og nú verður farið undir eitt afturat.

 

Mett verður, at fleiri eldri fólk í Keypmannahavn sakna eitt høvi at hittast mitt um dagin - uttan alt ov nógv hóvasták.

 

Føroyahúsið bjóðar tí øllum áhugaðum at koma fram við ein túr mikudagin 19. august kl. 11.00. Henda dagin verður at tosað um, hvat fólk kundu hugsa sær var á skránni slíkar dagar.

 

Í fyrstu atløgu er ætlanin at hittast eina ferð um mánaðin, og so fer tíðin at vísa, hvussu stórur áhugi er fyri tiltakinum.