Nú verður væl dýrari at koyra bil

Nú er greitt, hvussu nógv prísurin á bensini og á diesel, fer at hækka næst ár

Á nýggjárinum fer tað at kosta 30 oyru meiri at keypa ein litur av bensini, enn tað ger í dag og samstundis fer tað at kosta 25 oyru meiri at keypa ein litur av diesel.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka avgjaldi á bensini og á diesel.

 

Hon vísir á, at afturímóti øðrum Norðurlondum, er avgjaldið á bensini og diesel, ógvuliga lágt í Føroyum

 

Í Føroyum er punktgjøldini 2,40 krónur fyri liturin av bensini og 50 oyru fyri liturin av diesel, Í Noreg, eru punktgjaldið á bensin 4,87 krónur fyri liturin og á diesel er tað 3,36 krónur fyri liturin, og har er enntá ætlanin at hækka hesi punktgjøld í 2016.

 

Nú hevur Kristina Háfoss so skotið upp, at hækka avgjaldið á bensini í í Føroyum 30 oyru fyri liturin, úr 2,40 krónur fyri liturin upp í 2,70 krónur fyri liturin. Samstundis hækkar avgjaldið á dieselolju 25 oyru fyri liturin, úr 50 oyru fyri liturin upp í 75 oyru fyri liturin.

 

Samstundis er uppskot eisini lagt fyri Løgtingið um at hækka flutningsstuðulin 10 prosent fyri at tryggja, at tey, ið hava langt at koyra ímillum bústað og arbeiðspláss, ikki verða so hart rakt av tí, at avgjøldini hækka.

 

Eitt nú fær ein, ið koyrir 102 kilometrar um dagin ímillum bústað og arbeiðspláss, nú 660 krónur meira í koyripengum um árið.

 

Siga vit, at bilurin koyrir 12 kilometur upp á liturin, rindar kostar tað einar 700 krónur meiri í brennievni um árið, sigur Kristina Háfoss.