Mynd: Birgir W. Høgnesen

Nú verður maskinhøllin í Vestmanna útbygd

- Tað verður gott at fáa meira pláss, og at fáa allar maskinur og útgerð undir turt

Mynd: Birgir W. Høgnesen

Í mong ár hevur maskinhøllini í Vestmanna verið ov lítil til hýsa allari útgerð og maskinum hjá kommununi. 

 

- Tí hava aðrir bygningar eisini verið brúktir, og bilar og stór aktør hava verið noydd at staðið úti. Men, hetta verður nú broytt, tí nú skal alt undir tak og undir sama tak.

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at tað verður gott at fáa meira pláss, og at fáa allar maskinur og útgerð undir turt.

 

- Hetta fer eisini at síggjast aftur í, at útgerðin fer at halda longur, og vit ikki skulu gera ábøtur so ofta og keypa nýtt, sigur Torbjørn Egholm, arbeiðsformaður hjá Vestmanna kommunu.

 

Í síðstu viku fóru feðgarnir, Eyðstein og Jóni Durhuus, undir at klárgera stoypiarbeiðið, og hesa vikuna verða veggirnir stoyptir.

 

- Bygt verður niðaneftir, afturat verandi maskinhøll, og nýggja høllin verður slakar 200 fermetrar, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen