Nú veksur aftur - men ferðin er ikki heilt tann sama

Tað kom stígur í undir korona, men so kom ferð á aftur

 

Í juni mánað í ár vórðu 947 milliónir goldnar í lønum kring landið. Tað eru næstan 80 milliónir meira enn í sama mánað í fjør, og sostatt er talan um ein vøkstur upp á góð 9 prosent, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Eyðvitað kom stígur í, tá ið korona fór at herja. Serliga kom stígur í lønargjaldingarnar hjá monnunum, tí hjá kvinnunum var mestsum talan um, at vøksturin hæsaði av, men tað kom ikki stígur í sum tað kom hjá monnunum.

 

Men á heysti 2020 fóru lønargjaldingarnar so spakuliga at vaksa aftur – men tað var ikki við somu ferð sum undan koronu. Nú kom meiri ferð er komin á aftur lønargjaldingarnar og tað er bæði hjá monnum og kvinnum. Lønirnar veksa framvegis, men seinasta hálva árið eru tær kortini ikki vaksnar við somu ferð sum í 2021.

 

Í juni tjentu menninir 576 milliónir og tað svarar til 61 prosent av øllum lønunum hendan mánaðin. Tað eru 48 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 371 milliónir av lønunum og tað eru 32 milliónir meira enn

 

Lønargjaldingarnar í bólkinum, sum eitur »almennar og aðrar tænastur«,  eru vaksnar við rættiliga javnari ferð seinastu tvey árini. Í bólkinum, sum eitur «privatar tænastuvinnur« fóru lønirnar aftur at vaksa í fjør

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at seinastu 12 mánaðirnar, frá juli í 2021 til juni í 2022, vóru lønargjaldingarnar tilsamans góðar 10,9 milliardir og tað eru góðar 500 milliónir, ella 4,9 prosent meiri enn undanfarna 12 mánaða skeið frá juli í 2020 til juni í 2021