Nú skal Kári P. Højgaard á vektina

Tað verður nú í vikuni, at Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum fer at taka støðu til um embætisførðslan hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, í sambandi við Eysturoyartunnilin, skal kannast.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini, sum er á myndini.

 

Tá ið Kári P. Højgaard skuldi svara einum skrivligum fyrispurningi frá Løgtingslimum um Eysturoyartunnilin, útihýsti hann tí partinum av svarinum, sum Landsverk hevði latið honum, og sum ikki var til fyrimuns fyri einum privatum Eysturoyartunli.

 

Sirið Stenberg heldur, at hetta er at dylja týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum.

 

Og hon heldur, at hetta er so mikið álvarsligt, at landsstýrismálanevndin eigur at taka málið upp.

 

Tí hevur hon biðið skrivaran kalla nevndina til fundar um málið og tann fundurin verður í næstu viku.

 

- Eg vænti, at fundur verður í Landsstýrismálanevndini týsdagin ella mikudagin, men fundur verður so í seinasta lagi hósdagin, tá ið Landsstýrismálanevndin hevur fastan fundardag.

 

Tá skal nevndin taka støðu til, um hetta er eitt mál, sum skal takast upp.

 

- Eg bæði vænti og vóni, at undirtøka verður í nevndini fyri at taka málið upp, tí tað er álvarsmál at fjala upplýsingar fyri Løgtinginum, sigur Sirið Stenberg.

 

Og tað kann væl henda, at landsstýrismálanevndin fer at taka fleiri spurningar upp í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 

- At løgtingið ikki sleppur at síggja sáttmálan og at landsstýrismaðurin hevur bundið landskassan at rinda privata felagnum eina milliónaupphædd, verður sáttmálin ikki undirskrivaður í næstu viku, eru eisini so álvarslig mál, at Landsstýrismálanevndin átti at tikið tey upp, heldur Sirið Stenberg.

 

Hinvegin kann nevndin ikki taka eitt mál upp, fyrrenn ein avgerð er fallin, so tað verður ikki fyrrenn avgerðin í fallin í hesum málum, at nevndin kann taka støðu til, um tey skulu takast upp, ella ikki.

 

Umframt Sirið Stenberg, sita Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum og Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, í Landsstýrismálanevndini. Eivin Jacobsen hevur yvirtikið sætið hjá Rósu Samuelsen.