Nú skal heimaskansin standa royndina

07 Vestur bíðar framvegis eftir at vinna fulla úrtøku

B68 er á fimta plássi við fimm stigum, og 07 Vestur er næstniðast við tveimum stigum.

 

Higartil hevur 07 Vestur bara verið einaferð á heimavølli. Tað var í fyrsta umfari, tá ið Víkingur vann 3-2 á Dungasandi. Javnleikur á Argjum og á Skála var góðtikið, meðan 3-0 tap við Margáir fyri viku síðani var stórt vónbrot.

 

Í dag snýr tað seg um ein av dystunum, sum teir í 07 Vestur vita, at tað er neyðugt at vinna, um liðið skal sleppa longri burtur frá botninum.

 

B68 er á veg til Sørvágs, og toftamenn hava orsøk til at ferðast við sjálvsáliti. Eftir 2-0 sigur í Runavík megnaðu teir næstsíðsta leygardag 1-1 á heimavølli ímóti HB.

 

Hjá 07 Vestur er miðverjin Dann Fróðason langtíðarskaddur.

 

Hjá B68 er Áki Johannesen tøkur aftur eftir skaðan, sum hann kom til hús aftur við eftir U-21 landsliðsferðina. Jann Ingi Petersen er skaddur, og Esmer P. Clementsen er burturstaddur í útbúgvingarørindum.

 

07 Vestur – B68: Dagfinn Forná kl. 15.00.