Hesa næstu tíðina fer løgreglan at klippa nummarplátu av bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt. Akstovan boðar frá í morgun, at tey hava sent løgregluni ein lista við heili 436 bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt. Tað eru bilar um alt landið, talan er um og hetta eru bilar, sum ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.
Hevur eigarin ikki eina kvittan at vísa løgregluni, tá ið hon kemur framvið, verða pláturnar tiknar, sigur løgreglan.












