Nú Hormus sundið er so at siga stongt fyri ferðslu, og fleiri og fleiri raffinadaríðir verða bumbaði, ígjár heimsins størsta raffinadarí Ras Tanura í Saudiarabia, so fara vit sannlikt at síggja sera stórar príshækkingar. Oljan er nu farin framvið 100 dollars tunnuna – dapirskygdir greinarar vænta, at kanska fara vit at síggja prísir heilt upp til 240 dollars fyri tunnuna.
EU sigur í dag, at øll limalondini skulu hava goymslur til 100 dagars nytslu, og G7 londini fara væntandi at lata nakað av sínum goymslum á marknaðin fyri at tálma prísvøksturin.
Tað er nógv fyri, at vit her á landi skulu stríðast við einum stórum avgjaldi fyri olju og benzin – steinur omaná byrðu, sum Javnaðarflokkurin kom við á sinni. Tað er mín vón at nýggja Løgtingið fer at avtaka oljuavgjaldið og mvg beinanveg, tí tá Løgtingið er komið saman aftur eru vit allarhelst í kreppustøðu.
Flestu lond hava oljugoymslur til slakar 80 dagar. Føroyar gera onki fyri at hava eina goymslu at taka til – goymslurnar hjá okkara oljuveitarum røkka neyvan meira enn til ein mánað - tosa so um tilbúgving!
Og so er tað lagnunar speisemi, at Føroyar hava stórt olju og gass tilfeingi, sum vit onki gera við.
Johan Mortensen










