Jú, abort kann verða rullað aftur

Vit hoyrdu í valsendingini  í útvarpinum leygardagin, at Fólkaflokkurin gongur við til, at abort-lógin verður rullað aftur. Hetta kemur ikki óvart á, tí øll umboðini hjá Fólkaflokkinum vóru harðliga ímóti rættinum hjá kvinnum at velja abort til 12. viku. 

Eisini størsti parturin av Sambandsflokkinum var ímóti, eins og Miðflokkurin. Miðflokkurin hevur enntá havt uppskot á tingi um totalt forboð móti abort, eisini tá neyðtøka ella insest vóru orsøk til graviditetin.

Um hesir flokkar koma í samgongu, er tað sannlíkt, at teir rulla abort-lógina aftur, áðrenn hon nakrantíð kemur í gildi. 

Borgarligu flokkarnir hava eisini arbeitt hart ímóti betri rættindum til LGBT+-persónar, og kunnu eisini rulla hesi rættindi aftur.  

So um tú vilt varðveita eitt samfelag, har kvinnur hava rætt til at taka avgerð um abort til 12. viku, og har LGBT+-persónar skulu varðveita vunnin menniskjarættindi, eigur tú at hugsa teg væl um, áðrenn tú setir krossin.  

Sjálv var eg við til at leggja hjúnabandslógina fram og fáa hana samtykta, at samtykkja betri rættindi til sammøður, umframt at eg sjálvandi atkvøddi fyri, at kvinnur kunnu velja abort til 12. viku.  

 

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið