Hvør skal ansa tær á ellisárum?

Svarið er helst: ov fá – og alt ov ofta ófaklærd starvsfólk. Um vit ikki taka annað skinn um bak og gera broytingar bæði á eldraøkinum og á útbúgvingarøkinum.

 

Eg arbeiði sjálv sum ófaklært hjálparfólk á einum røktarheimi í Havn – og upplivi, hvussu sperd støðan er á eldraøkinum. Tað gongur ikki longur. Her má broyting koma í.

 

Støðan er hættislig

 

Síðani 2021 hava vit útbúgvið umleið 15 heilsuhjálparar um árið. Á heilsurøktaraútbúgvingini er talið nakað tað sama – í miðal 17 heilsurøktarar fáa prógv um árið.

 

Altso útbúgva vit bara umleið 30 starvsfólk um árið til eldraøkið. Tað er langt frá nóg mikið til at nøkta vaksandi tørvin komandi árini.

 

Búskaparráðið hevur víst á, at framtíðartørvurin á starvsfólkum verður upp ímóti 750 ársverk komandi 10 árini. Og talan er um ársverk – ikki starvsfólk. Av tí, at nógv starvsfólk á eldraøkinum arbeiða niðursetta tíð, verður veruligi tørvurin á starvsfólkum enn størri.

 

Bara demografisku broytingarnar hava við sær ein øktan tørv á umleið 450 starvsfólkum. Samstundis hevur verandi starvsfólkahópur rættiliga høgan aldur, og roknast kann við, at umleið 300 fara frá vegna aldur komandi 10 árini.

 

Krevur nýhugsan

 

Í løtuni útbúgva vit bara umleið 30 starvsfólk um árið til eldraøkið. Tað eru 300 starvsfólk í 10 ár – og tað nøktar í besta føri ein triðing av tørvinum.

 

Samstundis standa útbúgvingarpláss tóm á Heilsuskúlanum. Síðani 2020 hava millum 45 og 70 prosent av plássunum á heilsuhjálparaútbúgvingini staðið tóm. Á heilsurøktaraútbúgvingini hava umleið helvtin av stólunum staðið tómir seinastu árini.

 

Tað er ikki nóg gott.

 

Útbúgving í meginøkinum

 

Vit mugu eggja fleiri ungum monnum og kvinnum at nema sær útbúgving innan vælferðarøkini, og politiskt mugu vit gera tað meira attraktivt at arbeiða við røkt og umsorgan.

 

Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk, har tørvurin er.

 

Bara í Tórshavnar kommunu mangla longu umleið 150 heilsurøktarar – og tørvurin fer bara at vaksa komandi árini.

 

Tí eigur tað eisini at vera møguligt at útbúgva seg til eldraøkið í meginøkinum.

 

Alt annað er at spæla hasard við eldraøkinum.

 

 

 

Liljan Weihe

Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi