Fleiri leikarar frá iranska kvinnulandsliðnum í fótbólti hava leitað sær friðskjól í Avstralia, eftir at tær tagdu undir tjóðsanginum áðrenn fyrsta dystin hjá liðnum móti Suðurkorea í síðstu viku.
Tær hava síðani verið fordømdar sum "krígssvíkjarar" í iranskum statssjónvarpi.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur viðmerkt støðuna á sínum sosiala miðli Truth Social, eftir at hann var í sambandi við avstralska forsætisráðharran, Anthony Albanese.
– Tey hava tikið sær av fimm teirra, og restin er á veg. Men summar halda, at tær mugu aftur (til Iran, ritstj.) tí tær stúra um trygdini hjá familjuni, eisini hóttanir móti familjulimum, um tær ikki koma aftur.
– Forsætisráðharrin ger í øllum førum eitt sera gott arbeiði í hesi heldur viðkvæmu støðuni, skrivar Trump.
Tað er ikki greitt, hvussu nógvir leikarar eru eftir í Avstralia.
Fráboðanin kemur stutt eftir, at Trump greitt heitti á Albanese um, at Avstralia skal geva leikarunum friðskjól.
– Avstralia ger eitt ógvusligt humanitert mistak við at lata iranska kvinnulandsliðið í fótbólti noyðast aftur til Iran, har tær mest sannlíkt verða dripnar, skrivaði Trump fyrr í dag.
Sambært AFP hevur avstralska stjórnin seinnapartin enn ikki váttað, um hon kann bjóða spælarunum friðskjól.
Spurdur um málið í gjár segði uttanríkisráðharrin í landinum, Penny Wong, at Avstralia "stendur í samhaldsfesti" við fólkið í Iran.
USA hevur verið í stríði við Iran, síðani landið saman við Ísrael leyp á iransk mál seinast í februar. Iran hevur síðani hevnt við álopum móti Ísrael og amerikanskum málum í Miðeystri.
Reza Pahlavi, sonur seinasta iranska shah og búsitandi í USA, heitti eisini í dag á avstralsku stjórnina á sosiala miðlinum X um at tryggja trygdina hjá leikarunum og veita allan neyðugan stuðul.
– Leikararnir á iranska kvinnulandsliðnum eru undir stórum trýsti og eru útsettir fyri støðugum hóttanum frá Islamiska Lýðveldinum, skrivar Pahlavi.
Mikukvøldið spældi iranska landsliðið sín seinasta dyst í Asian Cup. Her sungu leikararnir tjóðsangin áðrenn liðið tapti 0-2 móti Filipsoyggjunum.
Gitingar hava verið um, at valið at syngja var orsakað av trýsti heimanífrá.
/Ritzau/











