Nú fara pedagogar ordiliga í verkfall

Einastu undantøkini, sum vera latin, er har lív og heilsa er í vanda

Nú fara pedagogarnir ordliga í verkfall. Felagið sigur í eini fráboðan beint nú, at verkfall verður frá manamorgunin.

 

– Føroya Pedagogfelag metir ikki, at arbeiðsgevarin vil samráðast og føla vit okkum trýst at lýsa verkfall fyri allar limir, ið starvast hjá kommununum og hjá landinum, sigur Pedagogfelagið. Hetta er eisini galdandi fyri limir, ið starvast á sjálvsognarstovnum, sum partvíst, ella heilt fíggjaðar, eru av kommunalari ella almennari játtan.  

 

– Vit mugu staðfesta, at arbeiðsgevararnir ongan vilja vísa at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, men halda seg til at samráðast um smá tøl í einum Excel-rokniarki, sigur Pedagogfelagið. 

 

Tey endurtaka, at starvsfólkatrotið er ein avbjóðing, sum tey, og myndugleikarnir, eru felags um, og sum tey mugu loysa saman.  Í eini roynd at finna eina semju, hava vit flutt okkum langt, meðan arbeiðsgevarin tvíheldur um smá prosentstig, ið ongan veruligan mun gera, sigur Pedagogfelagið. 

 

– Tað harmar okkum, at arbeiðsgevararnir bara drála, heldur enn at taka hetta í álvara Okkara limir liva dagliga í hesum, og tí vita vit hvat bilar, og hvat skal til fyri at ung fólk skulu velja okkara øki - og fyri, at tey sum longu eru í starvi, verða verandi. Tað er hetta vit mugu loysa. Her hava arbeiðsgevararnir als onga áhuga víst. 

 

Vit lýsa tí við verkfallið fyri alt sáttmálaøkið Pedagogfelagnum. Hetta merkir, at allir limirnir í felagnum fara í verkfall mánamorgunin. Hetta eru limir, sum starvast á kommunalum dagstovnum, frítíðarskúlum, ungdómshúsum, forskúlum, frískúlum, fólkaskúlum og sjálvsognarstovnum. Pedagogar í arbeiða á stovnum, og aðrastaðni í Almannaverkinum, fara eisini í verkfall.

 

Pedagogfelagið sigur, at undantøk eru givin til tey tiltøk í Almannaverkinum, har tað stendur um lív og heilsu. Tey siga, at við hesum vóna tey, at arbeiðsgevararnir koma aftur til samráðingarborðið.