Parkeringsøkið framman fyri barnaskúlan á Sandi er nú meira upplýst við lyktum, enn tað hevur verið.
- Loksins hava vit sett upp ljóssteyrar, so nú er dagsljós allan sólarringin, og við hesum er eisini bøtt munandi um trygdina á parkeringsøkinum.
Tað siga tey í Sands kommunu á sínari Facebook-síðu.
- Ein av fyrstu døgunum koma eisini serkøn fólk frá løgregluni til Sands at ráðgeva kommununi um, hvussu bøtast kann um ferðsluviðurskiftini á Sandi.
Lagt verður aftrat, at dagurin, tá fólk frá løgregluni koma í oynna, er ásettur til týsdagin í næstu viku.
- Vónandi kann hetta átakið verða við til at bøta um trygdina á vegunum á Sandi, siga tey í Sands kommunu á Facebook-síðuni.