Nú er Jógvan Skorheim fólkafloksmaður

Fyrrverandi formaður Sjálvstýrisfloksins hevur meldað seg í Fólkaflokkin

Sum núverandi fólkafloksmaður skal Jógvan Skorheim hjálpa Fólkaflokkinum at fáa borgarstjórasessin aftur í Klaksvík. Vilja tey hava hann á listan, so er hann fúsur at stilla upp til býráðsvalið í Klaksvík, sigur hann við sjónvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.

Jógvan Skorheim, sum er 41 ára gamal, hevur drúgvar royndir í serliga býráðspolitikki. Hann varð valdur í Klaksvíkar býráð í 2008 – sum 26 ára gamal. Eftir eitt skeið hjá honum í býráðnum gjørdist hann eftir valið 2012 borgarstjóri í Klaksvík. Tað var í samgongu millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum tilsamans høvdu seks býráðssessir ímóti teimum fimm hjá Fólkaflokkinum, sum tí var einsamallur í andstøðu.

Hann sat sum borgarstjóri í tvey valskeið, frá 2013 til og við 2020. Á býráðsvalinum í 2016 gjørdi Jógvan Skorheim og Sjálvstýri eitt ordans hál í Klaksvík, tá Sjálvstýrisflokkurin gjørdist størsti flokkur við fýra býráðslimum og 33,4 prosent av atkvøðunum. 

Jógvan Skorheim fekk tá 729 persónligar atkvøður í Klaksvík, sum svarar til góð 22 prosent av atkvøðunum. Ongantíð áður hevur nakar fingið so nógvar persónligar atkvøður í Klaksvík.

Á valinum í 2020 gekk minni væl, flokkurin misti tveir sessir í býráðnum, og Jógvan Skorheim misti borgarstjórasessin. Tá skipaði Fólkaflokkurin samgongu saman við Sambandsflokkinum. Hóast Fólkaflokkurin hevði 5 sessir í býráðnum og Sambandsflokkurin 1, so fekk Sambabndsflokkurin borgarstjórasessin. Eins og tá Jógvan Skorheim gjørdist borgarstjóri í 2012 – hóast Sjálvstýrisflokkurin bara hevði 1 sess í býráðnum ta ferðina. 

Jógvan Skorheim hevur eisini verið løgtingsmaður. Hann byrjaði sum fastur varamaður fyri Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður. Tað var frá 2011 til 2013, tá Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður. 

Á løgtingsvalinum í 2015 var Jógvan Skorheim valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin. Men tá Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingssessin í senn, valdi hann borgarstjórastarvið framum.

Á løgtingsvalinum í 2019 var Jógvan Skorheim ov stuttur og tapti tingsessin til Kristin Michelsen, sum eftir at verða koyrdur úr Javnaðarflokkinum stillaði upp fyri Sjálvstýri. 

Aftan á býráðsvalið í 2020, tá Jógvan Skorheim og Sjálvstýri endaði í andstøðu í Klaksvíkar býráð, meldaði hann seg úr Sjálvstýri.