Nú er Hvalbiartunnilin boðin út

Nú er arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin, boðið út. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í eini fráboðan í dag. Trý feløg, sum eru góðkend framman undan, sleppa nú at bjóða upp á arbeiðið, tey J&K Petersen, NCC og samtakið Articon og LN.

 

Hesar fyritøkurnar hava fingið boð frá Landsverki í dag um at lata inn tilboð upp á arbeiðið at byggja nýggja Hvalbiartunnilin. Tilboðini skulu vera Landsverki í hendi í seinasta lagi 25. januar.

 

Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn.

 

Tunnilin skal í mesta lagi kosta 272 milliónir