Noyðast at taka bollar og breyð av handilshillunum

Tað spillist áðrenn tað stendur á pakkanum at tað er seinasta freist

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av burgarabollum og hotdog-breyði, sum hevur verið at fáa til keyps kring landið.

 

Tað, sum er afturkallað, eru Coop Fuldkornsburgerboller, har fýra bollar eru í pakkanum og teir viga 320 gramm. Teir eru best fyri 24.01.2022. Talan er eisini um Coop Hotdog Brød, har seks breyð eru í hvørjum pakka, sum viga 375 gramm. Teir eru best fyri 24.02.2022.

 

Orsøkin til ávaringina er, at bollarnir, og breyði kunnu verða blámuskotin, áðrenn seinastu freist og tí er tað ikki mannaføði. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tí til at tey, sum hava hesar bollarnar, og hetta breyði, koyra tað í skrell, ella lata handlinum haðani tað er keypt, tað aftur.