Norskur elbilur í Downing Street

Herfyri var tíðindafundur í Downing Street 10 í London við premierministaranum Gordon Brown á odda um elbilar. Bretska stjórnin roynir at gera nakað fyri at fáa bilaeigarar, sum koyra inni í stórbýunum, at skifta teirra bensin- og dieselbilar út við modernaðar elbilar, sum als ikki dálka.

Herfyri savnaðu premierministarin Gordon Brown, transportministarin Geoff Hoon og handilsministarin Ian Pearson, nakrar elbilar uttan fyri Downing Street 10 í London og bjóðaðu til tíðindafund.

Sambært bretskum bløðum var serliga stórur áhugi fyri norska elbilinum Th!nk, sum eftir ætlan skal seljast í Stórabretlandi í hesum árinum.

Th!nk hevur eina toppferð upp á 100 kilometrar um tíman og koyrir 180 kilometrar upp á eina løðing.

Th!nk er eisini deilvís gjørdur úr plastikk, sum kann endurnýtast, og bilurin lýkur øll ES-krøv um trygd.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum