Oslo, Noreg: Týskvøldið sendi norska sjónvarpið eina sending um norskar og íslendskar fiskimenn sum blaka stórar mongdir av fiski útaftur. Fiskur sum av ymsum orsøkum ikki gevur nóg góðan prís. Tað kann vera tí talan er um smáfisk ella skeiv fiskasløg.
Norskir fiskifrøðingar á Havforskningsinstituttet meta at millum 50.000 og 200.000 tons av fiski verða koyrd í havið aftur, og hesin fiskurin hevur eitt virði uppá nærri einari milliard norskum krónum árliga. Hetta svarar til eini átta prosent av tí norðmenn fiska árliga. Í hesum talinum liggur eisini fiskur sum verður oyðilagdur av troli og gørnum. Men ein fittur partur er fiskur sum ólógliga verður koyrdur út aftur tí talan er um smáfisk sum ikki gevur nóg góðan prís, ella tí hetta er hjáveiða sum báturin ikki hevur loyvið at fiska.
Stjórin á fiskivinnu? og stovnsmetingardeildini hjá Havforskningsinstituttet, Kjell Nedreås, sigur í samrøðu við Norsk Telegram Byrå at tølini eru so stór at tey eiga at ávirka komandi kvotuásetingar.
Kreppufundur
Norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, kallaði mikumorgunin inn til kreppufundar fyri at viðgera ákærurnar og avdúkingarnar sum komu fram í sendingini.
Umboð fyri reiðaríni vilja vera við at tey ikki kenna nakað til at fiskur verður kataður útaftur í stórum mongdum. Tíðindastjórin hjá Fiskebåtredernes Forbund, Arill Riise, sigur at um tølini passa, so skul uteir gera nakað við ólevnaðin. Hann sigur samstundis at hann ikki trýr uppá tølini, tí millum annað eru stórar mongdir av sild við. Talan er um sild sum trolararnir ikki megna at gera nakad við í samband vid at trol ella nót skrædnar av teimum stóru mongdunum. Riise vísir á at ein noyðist at skilja ímillum tað sum er gjørt við vilja og tað sum er óhapp.
Tveir royndir fiskimenn greiddu í sendingini frá hvussu teir hava verið við til at blaka út fisk sum gott kundi verið tikin til lands. Annar av teimum, tann 34 ára gamli Ben Kåre Thomassen, sigur at hann roknar við at umleið helmingurin av smáfiskinum og hjáveiðuni fer aftur í havið.
Thomassen sigur at hesin ólevnaðurin er púra vanligur, og hann hevur verið til hetta umborð á øllum bátunum hann hevur verið við. Hann er í dag við einum av trolarunum hjá Westfish-Aarsæther "Varak", og hann váttar at hetta eisini hendir umborð á hesum trolaranum.
Fiskimálarðharrin sigur at teir nú mugu finna eina loysn fyri at sleppa burturúr hesum. Svein Ludvigsen segði týskvøldið í samrøðu við tíðindsasendingina hjá NRK at um so er at so stórar mongdir av fiski verða blakaðar útaftur sum talan er um í sendingini, so hevur norska fiskivinnan fingið óbótaligan skaða.
Skipanin orsøkin
Formaðurin í føroysku fiskidaganevndini, Óli Samró, sigur at tað sum kom fram týskvøldið vísir at ein kvotuskipan sum tann norska hevur trupult við at tola at spurningar vera settir við til dømis útblaking av fiski..
? Sendingin prógvar at kvotuskipaninar ikki virka, tær byggja uppundir at fiskimenn noyðast finna mátar at fáa sum mest burturúr teimum tonsunum sum teir hava fingið tilluta. Fiskidagaskipanin leggur upp til at allur fiskur sum kemur í trolið ella á húkin verður hagreiddur. Kvotuskipanin leggur ikki upp til at øll veiðan skal hagreiðast uppá best máta. Og smáfiskur gevur minni prís enn tann stóri fiskurin, tí loysir tað seg at kasta smáfiskin útaftur, sigur Óli Samró.
? Slík lógarbrot vilja fylgja eini kvotuskipanin, og eg meini at einasta gongda leið er at hava skipanir sum minna um okkara fiskidagaskipan. Men norðmenn hava ikki vilja umhugsa at nakað er galið við skipanini. Í staðin royna teir at loysa teir einstøku trupulleikarnar innan fyri somu skipan so hvørt sum teir koma, sigur Samró, og leggur afturat:
? Teir finnað neyvan nakra loysn fyrrenn teir gera nakað við sjálva høvuðsskipanina.