Norrøna
Íløgurnar, sum hetlendingar hava gjørt í Nørruna, hava loyst seg væl.
Tað staðfestir formaðurin í hetlendska íleggingargrunninum, Gussie Angus, í Shetland News nú um ársskiftið.
Hetlendski íleggingargrunnurin hevur sett 50 milliónir í Norrønu og ætlar at seta góðar 30 milliónir afturat í Smyril Line.
Men eisini í Hetlandi hava íløgurnar í Norrønu verið umstríddar, men nú vísa seinastu tølini altso, at tær hava loyst seg væl.
Bara í fjør kastaði Norrøna einar 50-55 milliónir av sær í hetlendska samfelagnum, sigur hann.
Hann sigur, at beinleiðis virksemið hjá Norrønu hevur sprænt 18-20 milliónir inn í hetlendska búskapin, men harafturat hevur tað avleidda virksemið kastað aðrar 32-35 milliónir av sær til hetlendska samfelagsbúskapin.
? Men tá er ikki lagt upp fyri teirri menning, sum teir nýggju handilsmøguleikarnar, ið ferðasambandi hjá Norrønu førir við sær, leggur hann afturat.
Hann sigur eisini, at íløgan hjá hetlendska íleggingargrunninum, gevur hetlendingum ein nevndarlim í Smyril Line og verulig ávirkan á raksturin hjá felagnum.
Sambært Shetland News eru tað óheftir serfrøðingar, sum hava roknað hetta út. Tað eru AB Associates, í Scalloway, sum hava gjørt útrokningarnar.