Norrøna hotelskip á Fish Fair

Í samband við North Atlantic Fish Fair 2011, er nú greitt at Norrøna veður hotelskip í Klaksvík 4.-7. apríl 2011. Longu tá tað í august í fjør var avdúkað at North Atlantic Fish Fair 2011 kom at verða hildin í fiskivinnuhøvuðstaði okkara Klaksvík, var greitt at Klaksvík ikki hevði nóg stóran hotelkapacitet til at hýsa øllum teimum yvirnáttandi messuluttakarunum, tað verið seg útlendskum sum føroyskum, útstillarum sum vitjandi. Síðani tá hevur verið arbeitt við at finna eina loysn á hesum og er nú loksins komi á mál.

- Vit vóru frá byrjan av klárir yvir hendan trupuleikan, og hava miðvíst arbeitt fram ímóti at fáa loyst hann, í veruleikanum hevur bara verið talan um tann eina møguleikan, nevniliga at fáa Norrønu at virka sum hotelskip, og eru vit tí í dag fegnir um at hetta hevur eydnast okkum, sigur Páll Rói Poulsen marknaðar- og søluleiðari hjá North Atlantic Fish Fair.

Tað at Nørruna kemur at virka sum hotelskip hevur alstóran týdning fyri messuna sum heild.

- Umframt at vit við at fáa Nørrunu klára at nøkta tørvin viðvíkjandi yvirnátting, so kemur hon eisini at vera staðið, har bæði messuluttakarar og vitjandi kunnu hittast undir meira avslappandi umstøðum, at so kann vera, hevur stóran týdning, sigur Páll Rói Poulsen.

Norrøna kemur hesar dagarnar at liggja inni á sjálvari vágni í Klaksvík, og kemur harvið at seta sín stóra dám á býarmyndina dagarnar North Atlantic Fish Fair verður hildin. Norrøna kemur á vágna longu tann 4. apríl um morgunin og kemur soleiðis at virka sum hotelskip í 4 dagar.