Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- & Navigatørfelagnum, sigur við blaðið, at hann ikki metir, at talan er um verkfallsbrot, um Norrøna leggur inn á Tvøroyri eftir farmi á veg til Danmarkar. Hann sigur, at tað er vanlig mannagongd hjá yvirmonnunum á Norrønu at røkja farmaflutning, og er tað júst hetta, ið ætlanin er at gera.
Blaðmaðurin vísti Ellinti Abrahamsen í hesum sambandi á, at tað ikki er vanlig mannagongd at Norrøna siglir til Suðuroynna, men hesum hevði formaðurin í Skipara- & Navigatørfelagnum hug at ivast í. Hann vísti á, at Norrøna áður hevur røkt Suðuroyarfarleiðina.
Niðurstøðan er, at Norrøna við fullum stuðuli frá Skipara- & Navigatørfelagnum kann fara inn á Tvøroyri eftir farmi á veg til Danmarkar, hóast felagið hjá monnunum á brúnni hevur lýst fullan samhuga við limum Starvsmannafelagsins.