Karen Ellemann (Venstre - Danmark), sum er fyrrvarandi norðulendskur samstarvsmálaráðharri, situr í Norðurlandaráðnum og er forkvinna í Foreningen NORDEN í Danmark, kom við einum ógvuliga atfinningarsomum skrivi í Berlingske 25. oktober um Norðurlandaráðið og norðurlendska ráðharraráðið. Hon heldur, at ítøkilig úrslit mangla í almenna norðurlendska samstarvinum og hon vil tí niðurlaga skipanina og skipa eina nýggja frá grundini av. Tað er heldur eingin ivi um, at almenna norðurlendska samstarvið millum limir í lóggávutingunum og stjórnarumboð skal endurnýggjast og broytast.
Elleman kemur lutvíst við einum boði um, hvat ein loysn kundi verið, áðurnevnda niðurløga av núverandi skipan og ein stovnseting av einum meira smidligum og leysum bygnaði við ad hoc-arbeiðsbólkum. Um hennara loysn verður sett í verk, kann ein veruliga tosa um ein felagsskap, sum bara er ein ”kjakbólkur”. Ynskið um ein nýggjan bygnað hevur støði í veruleikanum, men greiningin er skeiv. Vit ynskja eitt sterkt norðurlendskt samstarv. Trupulleikin við Norðurlandaráðnum í dag er, at avgerðirnar ikki eru nóg bindandi.
Harumframt eru vit, sum norðurlendskir ungdómspolitikarar bangnir fyri, at ungdómurin ikki í nóg stóran mun kann ávirka felagsskapin. Vit hava nemliga sjáldan somu búskaparligu og fyriskipanarligu styrki, sum onnur, ið hava áhuga í at ávirka. Tí ynskja vit ein arbeiðsform, har áhugamálini og sjónarmiðini hjá ungdóminum verða partur av einum grundfestum og natúrligum samstarvi.
Ellemann hevur vissuliga valt sín harða málburð, fyri at fáa umtalu í fjølmiðlunum og koma út við sínum veruliga boðskapi. Men tað er keðiligt, tí vit skilja ikki, hvussu Karen Ellemann kann trúgva, at tann ”kaffiklubbamyndin”, hon kemur við, vil geva nakað til tí fólksligu luttøkuna í arbeiðinum og til at skapa ítøkilig úrslit.
Manglandi politisku úrslitini í Norðurlandaráðnum og norðurlendska ráðharraráðnum stava frá, at limir í lóggávutingunum og stjórnarumboð, her ímillum Karen Ellemann sjálv, ikki føla seg nóg bundin til at taka initiativini hjá ráðunum við heim til egnar flokkar, ting og stjórnir. Hon skrivar eisini, at endamálini verða gloymd á vegnum heim. Hennara viðmerking má soleiðis síggjast sum sjálvsatfinning: Hon hevur ikki gjørt nokk sum norðulenskur samstarvsmálaráðharri og limur í Norðurlandaráðnum.
Tað almenna norðurlendska samstarvið er meira enn bara ”tveir kaffiklubbar til 1 mia. krónur”. Tað er eisini eitt dømi um viðurkenning av og stuðul til tað fólksliga, norðurlendska samstarvið, sum Karen Ellemann annars er umboð fyri ígjøgnum sín formansskap í Foreningen NORDEN. Ístaðin fyri sterkar myndburðir, burdi kjakið snúð seg um, hvørja kós og hugsjónir vit hava fyri tað norðurlendska samstarvið.
Sjálvandi skulu vit kjakast um nyttuna av norðurlendsku stovnunum, og hvussu vit kunnu menna samstarvið. Vit eru klár til kjakið. Men byrjanarstøðið má vera, at vit skulu endurnýggja og betra tað núverandi, og tað skal henda við eini konstruktivari tilgongd í staðin fyri ógvisligum orðavali.
Upprunaliga skrivað á donskum av Jakob Esmann, forseti fyri Ungdómsnorðurlandaráðnum og Jon Toivo Hansen, formaður í Foreningen NORDENs Ungdom Danmark, umsett til føroyskt av Lauru Kathrine Apol.
Jakob Esmann, forseti í Ungdómsnorðurlandaráðnum (UNR),
Jon Toivo Hansen, formaður í Foreningen NORDENs Ungdom










