Fyri fimtu ferð verður skipað fyri bókasavnsviku. Evnið hesuferð er "Orð & løg í Norðurlondum".
Norðurlendskur skaldskapur í bundnum máli, norðurlendskar vísur og norðurlendskur tónleikur vera í fokus.
Undanfarin ár hevur ein tekstur verið lisin, men ístaðin fyri at lesa ein valdan tekst, fara vit í ár at syngja tríggjar norðurlendskar sangir. Sangirnir eru teir vælkendu: "Tá tú piparkøkur bakar" eftir Thorbjørn Egner, "Fjarild vingad syns på Haga" eftir Carl Michael Bellman og "Svantes lykkelige dag" eftir Benny Andersen.
Í ár hava yvir 1000 bókasøvn, harav seks úr Føroyum, meldað seg til norðurlendsku bókasavnsvikuna.
Á Landsbókasavninum verður vikan hildin við einum tiltaki hósdagin 15. november klokkan 19.30.
Á skránni verður sangur og uppplestur.
Rytmiska kórið í Hoydølum fer at syngja teir útvaldu sangirnar, umframt aðrar norðurlendskar sangir. Uttan iva verður eisini høvi hjá áhoyrarunum at syngja við.
Egi Dam og Páll Danielsen úr Grímu fara at lesa úr brævaskiftinum millum Heðin Brú og Chr. Matras. Upplesturin av brævaskiftinum var fyri fyrstu ferð framførdur í samband við 100 ára hátíðarhaldið fyri Heðini Brú.










