Norðurlandahúsið tjúgu ár

    

Javnaðarflokkurin ynskir Norðurlandahúsinum hjartaliga tillukku, nú tjúgu ár eru liðin, síðan hesin stovnurin fór undir at fáa norður-lendska mentan til Føroya og føroyska mentan til onnur norðurlond.
Við hesum húsinum hevur tað borið okkum til at bera fram afturljóð úr føroyska samleikanum og at menna umhvørvið fyri vøkstri fyri føroyskari mentan í øllum hennara fjølbroytni.
Vit gleðast um, at arbeiðið er gjørt á slíkan hátt, at hetta mentanarhúsið gjørdist ein stovnur, sum fólk veruliga tóku til sín.
Góðan byrð framyvir.