Norðurkoreanska stýrið sigur nú, at landið noyðist at fáa sær fleiri kjarnorkuvápn orsakað av tí amerikanska politikkinum mótvegis landinum. USA hevur økt trýstið á Norðurkorea síðani tilburðin, tá eitt suðurkoreanskt herskip bleiv søkt í vár. Ein altjóða kanning kom til ta niðurstøðu, at tað var ein
norðurkoreonsk torpedo, sum søkti skipið. Tilburðurin kravdi 46 mannalív.
Á G20-fundinum um vikuskiftið vildi Barack Obama, forseti, hava ST og Kina at leggja størri trýst á Norðurkorea.