Norður-atlantisk fiskivinnustevna í Klaksvík

Nú er greitt, at næsta norður-atlantiska fiskivinnustevnan verður í Klaksvík um eitt ár.

Klaksvíkar Kommuna og North Atlantic Fish Fair hava gjørt avtalu um, at næsta North Atlantic Fish Fair verður í Klaksvík í døgunum 9. til 11. apríl 2013.

Hetta verður aðru ferð, at North Atlantic Fish Fair verður í Klaksvík.

Annars hevur stevnan verið bæði í Runavík og í Havn.

Fyrstu ferð, hetta tiltak bleiv fyriskipað, var í Runavík í 2001, og síðani hevur tað verið annaðhvørt ár, uttan í 2009.

Nógv fólk hava verið á stevnuni hvørt ár, bæði framsýnarar og fólk, sum eru komin at hyggja.

Umleið helvtin av framsýnarunum og eini 10% av teimum vitjandi, hava verið útlendingar

Ímeðan stevnan er, verður eisini skipað fyri ráðstevnu og fyrilestrum.