Norðoya Sparikassi hevur gjørt avtalu við danska statin um upptøku av hybridum kjarnukapitali uppá 50,6 mió.kr. í samsvari við lóg um statsligt kapitalinnskot í kredittstovnar.
Tað skrivar sparikassin á heimasíðuni.
Lánið er útgoldið 9. oktober 2009.
Solvensur sparikassans var pr. 30. juni í ár 15,1 %, og hevur sparikassin við upptøku av hesum innskoti hækkað solvensin við trimum prosentstigum, soleiðis at hann nú er 18,1 %, skrivar Norðoya Sparikassi á síni
heimasíðu.