Bara ein fjórðingur av norðmonnum halda, at tað var rætt av teirri norsku Nobel-nevndini at lata Evropasamveldinum ársins friðarheiðursløn. Tað vísir ein kanning, sum blaðið Aftenposten hevur gjørt.
Blaðið spurdi 800 fólk, og 26 prosent svaraðu, at tað var rætt av nevndini at lata ES fáa heiðurslønina. 37 prosent søgdu tað vera skeivt, og onnur 37 prosent søgdu seg ikki hava nakra hugsan um tað.
Stjórin í Nobel-stovninum, Geir Lundestad, (myndin) sigur, at kanningarúrslitið er jaligari, enn hann hevði roknað við.
-Úrslitið hevur samband við, at flestu norðmenn halda lítið um ES og eru ímóti norskum limaskapi har. Men hendan heiðurslønin hevur einki við norskan limaskap í ES at gera, sigur Geir Lundestad við Aftenposten.