Norðmenn hjálpa íslendsku bankakannarunum

Norðmenn fara nú at hjálpa íslendsku myndugleikunum at greiða tey ymsu viðurskiftini, sum elvdu til, at tað íslendska bankakervið fór um koll. Í næsta mánað fara nakrir kanningarmenn hjá norsku kriminalløgregluni til Íslands, har teir skulu hjálpa sínum íslendsku starvsbrøðrum við bankakanningunum, skrivar Morgunblaðið.

Geir Kjetil Finneide, sum er leiðari fyri teirri deildini hjá norsku kriminalløgregluni, ið tekur sær av fíggjarligum kriminaliteti, vil ikki siga, hvussu nógvir norskir rannsóknarmenn fara til Íslands. Men hann vissar norsku tíðindastovuna NTB um, at talan er um fólk, sum eru serfrøðingar innan umfatandi fíggjarkriminalitet.

Sambært leiðaranum er tað ikki óvanligt, at fólk hjá norsku kriminalløgregluni fara til onnur lond at hjálpa myndugleikum har við tílíkum kanningararbeiði.

Hann ásannar tó, at uppgávan í Íslandi verður serstøk, tí málið er so umfatandi, og tí at alt tað íslendska bankakervið er tengt at málinum.