Norðingar fylgja við uttanlanda

Í dag fara 7 fyritøkur úr Klaksvík til Glasgow, har tær teir næstu dagarnar skulu luttaka á eini altjóða framsýning innan fiski- og alivinnuna.

Klaksvík:
Um 7 fyritøkur úr Klaksvík fara í dag við flogfarinum til Glasgow, har tær teir næstu dagarnar skulu luttaka á eini altjóða framsýning innan fiski- og alivinnuna.
- Talan er um smærri veitingarfyritøkur, sum hava sligið seg saman um eitt samstarv á altjóða økinum, sigur Rani Nolsøe, menningarstjóri hjá Klaksvíkar Býráð.

Alt á einum stað
Framsýningin í Glasgow er ein útgerðarframsýning, sum vísir fram alt tað nýggjasta innan fiski- og alivinnuna. Hetta er ein framsýning, sum er ætlað veitingarfyritøkum innan hesi øki, og luttaka fyritøkur úr øllum heiminum á framsýningini.
Síðan 1998 hava fyritøkur úr Klaksvík eisini luttikið á framsýningini, og so verður eisini í ár.
Rani Nolsøe greiðir frá, at talan er um smærri fyritøkur, sum ikki eru nóg stórar til at klára seg einsamallar á eini slíkari stevnu.
- Sum menningarstjóri er tað mín uppgáva at skapa eitt samstarv millum hesar fyritøkur, soleiðis at tær á tann hátt kunnu standa sterkari á tí altjóða pallinum, sigur hann.
Rani greiðir víðari frá, at endamálið við at fara á eina slíka stevnu er at kunna seg um allar tær broytingarnar, sum alla tíðina fara fram innan fiski- og alivinnuna.
- Á eini framsýning sum hesi fáa vit alt á einum stað. Vit síggja, hvørjar broytingar eru á veg innan vinnuna, samstundis sum vit eisini fáa heilsa uppá allar tær kontaktirnar, sum vit gera brúk av dagliga. Harafturat fáa vit so eisini marknaðarført okkum á tí altjóða pallinum, sum ein slík stevna jú er, sigur Rani.
Fyritøkurnar fara avstað tíðliga hósmorgunin, og byrjar framsýningin sama dag. Framsýningin hevur opið líka til leygardagin, og verða fyritøkurnar við allar dagarnar.

ESE í Bruxelles
Fyrst í næstu viku letur ein onnur stevna upp. Hetta er European Seafood Exhibition stevnan í Bruxelles, eisini kallað ESE. Og eisini á hesi stevnu luttaka føroyskar fyritøkur.
Her er talan um talan um fyritøkur innan føroysku útflutningsvinnuna, sum fara avstað fyri at finna útav, hvussu marknaðarstøðan innan hesa vinnu sær út í løtuni.
Rani greiðir frá, at umráðandi er altíð at fylgja við teim broytingum, sum henda innan vinnuna, sum tú arbeiðir við.
- Um fyritøkan hjá tær skal kunna veita optimala tænastu, so má hon hava eina dagførda vitan um tann altjóða marknaðin í dag. Her hugsi eg um, hvør tendensur rørist innan vinnuna júst nú, og eisini hvat marknaðurin spyr eftir í løtuni. Og tað er her, at slíkar stevnur kunnu nýtast sum eitt slag av marknaðarbarometri, sigur hann.

Fyrireika alt árið
Rani Nolsøe greiðir eisini frá, at fyrireikingarnar til hesar báðar stevnurnar hava verið í gongd alt árið.
- Vit ynskja at luttaka hvørt ár, og tískil fara vit undir fyrireikingarnar til næsta ár, so skjótt sum vit koma heim aftur, sigur hann.
Harafturat sigur hann eisini, at um alt gongur sum tað skal, so fara fyritøkurnar avstað við teirra egna bási næsta ár.
- Í ár hava fyritøkurnar úr Klaksvík ongan bás, har tær kunnu vísa teirra egna fram, men hetta skal broytast, sigur Rani.
- Í ár 2000 høvdu vit ein føroyskan bás við okkum, og tað riggaði avbera væl. Tí er ætlanin, at vit næsta ár fara avstað við einum klaksvíks-bási, sum tær smærri fyritøkurnar allar standa saman um, sigur Rani at enda.