Tann fyrsta ársfjórðingin hevur Runavíkar kommuna fingið 27,9 milliónir krónur inn í skatti ella 9,3 milliónir krónur í meðal um mánaðin.
Samanborið við sama tíðarskeið í fjør hevur kommunan fingið eina lítla millión krónur ella 3,4 prosent meiri enn í fjør, og tað er kommunan væl nøgd við, skrivar hon á heimasíðuni.
Kommunan skrivar, at virksemið er stórt og nevnir millum annað eina stóra útfylling á havnarøkinum í sambandi við, at Bakkafrost skal byggja nýtt framleiðsluvirki. Eisini á tí mentanarliga økinum er mesta virksemið í løtuni í sambandi við bygging av nýmótans fimleikarhøll, sum verður liðug í summar, og á tí sosiala økinum hevur kommunan latið byggibúgvin øki til m.a. stovn fyri fjølbrekaðum og vardar íbúðir.
15 bygdir eru í Runavíkar kommunu, og 3.740 fólk búgva í kommununi.