Nógv kjak um FSF uppskotið

Uppskotið hjá FSF um eina samhaldsskipan hevur elvt til nógv kjak

Í gjár var formansfundur í fótbóltssambandinum. Á skránni var eisini uppskotið hjá FSF um eina samhaldsskipan, har eitt nú feløgini, sum fáa Evropa milliónir skulu lata ein part til hini feløgini.

 

Les eisini:Víkingur góðtekur ikki FSF uppskotið

 

Á fundinum var nógv kjak um uppskotið, sum tað eru fleiri ymiskar meiningar um. Nú verður ein arbeiðisbólkur, við umboðum fyri FSF og feløgini, settur at arbeiða víðari við uppskotinum,

 

- Nú verður ein arbeiðisbólkur settur at arbeiða víðari við uppskotinum. Tað positiva við hesum er, at feløgini eru sinnaði at tosa og kjakast um uppskotið, sum bara var eitt uppskot, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

 

Les eisini:Norðurlendingar frítt at spæla í Føroyum

 

Talan er ikki um eitt aðalmál. Tí skal málið ikki verða liðugt til eina ásetta tíð. Tað gevur eisini møguleika fyri at arbeiða við málinum uttan veruligt tíðartrýst.

 

- Hetta er ikki ett aðalmál, so tað skal ikki fyri á aðalfundinum, men vit ynskja alíkavæl, at arbeiðisbólkurin arbeiðir so skjótt sum til ber. Talan var um eitt uppskot, so vit væntaðu heldur ikki, at tað fór ígjøgnum alt fyri eitt, sigur Virgar Hvidbro.

 

Ein partur av kritikkinum av skipanini er,  at feløg, sum hava vunnið sær pengarnar til at gjalda fyri ferðirnar til Europa dystir, nú verða deildir út til feløg, ið kunnu brúka pengarnar til at lokka spælarar frá júst teimum feløgunum, sum teir fáa pengarnar frá.

 

- Tað eru ymiskar meiningar um fordeilingina, og hvat pengarnir kunnu og skulu brúkast til. Tað er ein partur av kjakinum, sigur Virgar Hvidbro.

 

Fyrsta uppskotið leggur upp til, at tey fýra feløgini , sum hava vunnið seg í Evropa, lata 15 prosent av pengunum til samhaldskassan, meðan FSF og høvðusstuðulin lata 900 túsund samanlagt. Tað gevur áleið tvær milliónir krónur, sum síðani verða deildar út til hini feløgini.