Tollmálið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er ikki ein spurningur um Jørgen ella ikki Jørgen. Hetta mál er nógv meira týdningarmikið enn so.
Tað staðfestir Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum eisini var við til at gera okkara stýrisskipan.
Hann sigur, at spurningurin er heilt einfalt hvar vit nú og í framtíðini seta okkara moralska standard.
- Hvar gongur markið, ella er tað yvirhøvur nakað mark fyri spillu og rot í skipanini?
Hann sigur, at í Føroyum setur ongin lívið hjá eini samgongu í váða bert fyri at halda heiðurligheitina í hásæti, og seta eitt sømuligt mark fyri at útinna eitt alment starv.
- Tá hugsað verður um innarbeiddu siðvenjuna á Føroya Løgtingi, so er onki løgi í, at Jørgen hesuferð fekk enn eina álitisváttan í løgtinginum, - alt annað vildi verið óvæntað.
- Gáttin er og hevur altíð verið lág til almenn álitisstørv í Føroyum, og tað sýnist, sum verður støðugt máa meira og meira av henni, so ilt er at fáa eyga á hvar botnurin er, um tað í heila tikið er nakar botnur.
- Í øðrum framkomnum londum, har tað í nógv størri mun valdar tign og disciplin, tá tað snýr seg um at varðveita virðing fyri sømuligum atburði í almennum høpi enn í Føroyum, verður ein mátistokkur brúktur, sum á latínskum málið kallast “Decorum Officiale”
Í hugtakinum Decorum Officiale liggur eitt krav um virðiligan atburð. Ein persónur í almennum starvi skal sostatt gera seg verdan til ta tign, sum fylgir við starvium. Hann skal verða ein fyrimynd fyri sínar medborgarar, og í tí liggur sjálvsagt, at hann skal verða álitisvekjandi.
- Tað er eyðsæð, at serliga strong krøv viðv. “Decorum” mugu setast til ein landsstýrismann, sum hevur eitt sera ábyrgdarfult starv, við at hava fingið litið upp í hendi, at umsita og handheva landsins lógir, og enntá draga onnur til svars, sum ikki halda seg “innan fyri mark”.
- Avgerðandi er tá ikki um persónurin er dømdur ella revsaður ella ei. Um eitt mál er gamalt og fyrnað hevur ei heldur týdning í hesum høpi. Avgerðandi er bert um eitt mál er so mikið tyngjandi fyri landsstýris-mannin, at tað undirgravar tað virðing og álít, sum er ein fastur og óskiljandi partur av hansara starvi.
- Er persónurin eftir einum breiðum almennum virðismátistokki ikki verdugur at sita í starvinum, tí hann hevur forbrotið seg móti teimum etisku grundvirðum, sum samfelagið byggir á, so má hann fara frá, og vil hann ikki tað, so loysast úr starvi, sigur Bjørn á Heygum.
Les eisini: Decorum Officiale: Siðastandurin í Føroyum'
|