Bæði í Grønlandi og heima í Føroyum verður í hesum døgum nógv tosað um sjálvberandi búskap og sjálvstýri.
Seti mær ofta spurningin, hvussu tað ber til, at tvey lond, sum Grønland og Føroyar, bæði í ríkisfelagsskapi við Danmark, kunnu hava tveir so ymiskar leistar at arbeiða eftir, tá hugsað verður um alla ta umrøðu, sjálvberandi búskapur og leiðin móti sjálvstýri fær.
Grønland
Nógv er broytt síðani mótmælisgonguna. Grønland hevur nú fingið eina sjálvstýrislóg.
Málsetningurin í Grønlandi er, at landið eftir eitt ávíst áramál skal mennast til at hava ein sjálvberandi búskap saman við einum vestureuropeiskum standardi á flest øllum økjum. Til tess at náa hesum krevst fíggjarligur tryggleiki.
Uppgávan er stór, men ríkidømið í Grønlandi kann vera øgiligt. Umframt stórar kvotur av rækjum, svartkalva og einum møguligum toskaævintýri, eru útlit fyri stórídna á landi. Málmframleiðsla, oljuframleiðsla ella bæði, saman við bíligari orku, ið útlit eru fyri.
Fyri at náa hesum verður mett, at ríkisveitingin er ein mennandi partur.
Tá tilfeingið í undirgrundini fer at kasta pening av sær til grønlendska samfelagið, skal blokkurin minka. Sum dømi fær samfelagið 1 milliard í inntøku, skal blokkurin minka 500 milliónir.
Føroyar
Í Føroyum hava vit eisini mótmælisgongur, men móti hvørjum? Vit hava ein standard, ið samsvarar Vestureuropa.
Nú er rok um eina stjórnarskipan. Hevur nøkur av hesum skipanum ella lógum fíggjarligan tryggleika?
Blokkurin er tálmandi fyri nøkur, og dansað verður krígsdansur fyri hvørja krónu blokkurin minkar. Onnur meta blokkin mennandi og ávara um grát og tannagrísl, verður blokkurin minkaður, og onki kemur ístaðin.
Okkara politiska skipan má bjóða fíggjarligan tryggleika. Fer eitt, má annað koma ístaðin.
Byggivinnan og fiskivinnan geva nakað, men langt frá alt. Vælkomnar nýggjar vinnur.
Brúkið ikki tíð og orku uppá spekulatiónsvinnur, stýrdar av fjølmiðlunum. Hvør minnist ikki 2000 problematikkin. Og ikki at gloyma hjartaknúsaran í Statinum Al Gore, nú situr hann og spekkar sær - milliardirnar rulla, og vit hava oljurokningina.
Og so hattar vælsignilsið burðardygg veiða. Hvat felagskapir gera á altjóða havøkjum, well. Men eigur tað ikki at vera ein altjóðarættur, at tilfeingið í føroysku undirgrundini, sjónum ella á landi er føroysk ogn og rættur?
Tað man vera strævið at stýra við ongum pengum. Verandi samgonga leggur nógva tíð og orku í nakrar huldureformar, ið bæði fólk og flokkar seta spurnartekin við. Tann lítla fjøldin av fólki, ið stendur fyri 90% av okkara útflutningsvirði, skal eisini áleggjast fleiri byrðar. Er tað vegurin til tað lovadða landið?
Skal eitt samfelag vinna nógvan pening, er neyðugt at fara har teir stóru pengarnir finnast. Skal eitt samfelag spara nógvan pening, er eisini neyðugt at fara har tær stóru sparingarnar finnast.
Neyðugt er at hugsa stórt, skattakvotan er uppbrúkt.
Niðurstøða
Noah fyrireikaði seg væl við Ørkini. Í stórthundrað ár smíðaði hann, samstundis sum hann prædikaði, bæði um fallið, men eisini bjargingina. Men fólkið fekk hann ikki við sær.
Tá Føroyska Ørkin skal leggja frá landi, skulu øll við. Børn, vaksin, sjúk, gomul, sambands- og loysingarfólk og fólk við ymiskum orienteringum. Her krevst eitt megnar átak. Ein tann mest týðandi fyrireikingin er fíggarligur tryggleiki.
Tað ber ikki til at loysa Ørkina ein dag, so binda hana aftur dagin eftir.
Skilagóð hugskot kunnu føra til succes. Allir flokkar á tingi seta seg saman fyri at gera eina høvuðsrammu, hvussu vit fíggja føroyska samfelagið tey næstu 40 árini. Onki skal eita minnilutaálit. Hevdi verið gevandi bæði fyri fólk og vinnu.
Spurningurin er so, gongur Grønland móti einum sjálvberandi búskapi tey komandi 50 árini í klædningi? Ella er tann føroyski leisturin rættari, at skulu vit finna hugskot til nýggjar vinnur, er treytin fyrst at doyggja í raki í føroyskari húgvu.
Ørkin var sjóklár, er føroyska samfelagið tað?