Hesa vikuna er full javnstøða í tingbólki Javnaðarfloksins á tingi, tí nú umboða tríggjar kvinnur og tríggir menn Javnaðarflokkin: Katrin Dahl Jakobsen, Eyðgunn Samuelsen, Nita Næs og John Johannesen, Gerhard Lognberg og Mikkjal Sørensen.
Nita Næs er triða eykafólk hjá Javnaðarflokkinum á tingi. Meðan Jóannes Eidesgaard og Helena Dam á Neystabø hava farloyvi úr tinginum, og fast eykafólk fyri tey eru Andrias Petersen og Eyðgunn Samuelsen.
Mikkjal Sørensen hevði fast sæti fyri Hans Paula Strøm, sum nú aftur er tingfólk. Hans Pauli Strøm umboðar í løtuni løgtingið á ST aðalfundinum í New York, meðan Andrias Petersen eisini hevur farloyvi.