Tingfundur er í dag klokkan 10, har níggju mál eru á skranni. Í dag eru trý mál sum eru til 2. viðgerð, og seks mál sum eru til 1. viðgerð.
Dagsskráin, týsdagur, 11. mars 2025, kl. 10:00, er hendan:
1 | 2. viðgerð LM-044/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Longri barsil til foreldur, ið fáa 2 ella fleiri børn undir sama barnsburði og ættleiða 2 ella fleiri børn samstundis, fleiri vikur í barsil til ættleiðingarforeldur, barsil til foreldur at ov tíðliga føddum børnum, leingja barsilin, tá ið barn verður innlagt, javning av hámarkinum fyri barsilspening og barsilsfarloyvi til umsøkjarar við fyribils staðsettum barni) |
2 | 2. viðgerð LM-045/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Áseting um talgilt samskifti og fráboðan og broyting í krøvunum til samansetingina av Vanlukkutryggingarráðnum) |
3 | 2. viðgerð LM-046/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Kunngerðarheimildirnar fáa eins orðing, persónar við lægstu og miðal fyritíðarpensjón og framskundaðari pensjón og persónar í tillagaðum starvi verða undantiknir gjaldskyldu, nærri reglur kunnu ásetast um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli, hámarkið fyri arbeiðsloysisstuðul verður hækkað, karantenan hjá sjálvstøðugum vinnurekandi verður stytt, bíðidagar verða strikaðir, karantenan hjá burturvístum verður stytt o.a.) |
4 | 1. viðgerð LM-080/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af forskellige love om ændring af udlændingeloven |
5 | 1. viðgerð LM-081/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin) (Útsett fyrningfreist fyri ávís brot móti persóni undir 18 ár, ágangur móti alment settum starvsfólki, tráfylging, sálarligur harðskapur og kartellavtalur undir serliga skerpandi umstøðum o.a.) |
6 | 1. viðgerð LM-076/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving (Løn undir útbúgving og útbúgvingarlongd) |
7 | 1. viðgerð LM-077/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um skipan av lærugreinum, skipan av bygnaði fólkaskúlans, tal av undirvísingartímum, skúlaøki, skúlasamband og inklusjón o.a.) |
8 | 1. viðgerð LM-078/2024 - Uppskot til løgtingslóg um at byggja aulu til Tekniska skúla í Klaksvík |
9 | 1. viðgerð LM-079/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Hægri fíggjarkarmur og prosjektering av heildarætlan) |
10 | Framløga |
Viðmerkingar |