Nicolina av Kamarinum saman við manninum, Bjørgheðin Jacobsen

Nicolinu dámdi best »Mær leingist«

– Eg eri glaðast og stoltast av »Mær leingist«. Tann sangin elskaði eg við tað sama, og tað er okkurt við endurtøkuni av orðunum, sum mær dámar væl, segði Nicolina av Kamarinum í samrøðu við Sosialin í 2017.

 

Nicolina av Kamarinum saman við manninum, Bjørgheðin Jacobsen

Týsdagin andaðist Nicolina av Kamarinum 84 ára gomul. Nicolinu kenna vit úr tónleikinum, har hon hevur verið virkin líka síðani fyrstu útgávuna í 1959. 

Hon er fødd ólavsøkuaftan í 1938, dóttir Jóannes úr Geil úr Skálavík og Olevinu av Kamarinum úr Havn.  Fleiri av sangunum og løgunum, sum Nicolina hevur skrivað og sungið eru vorðnir fólkaogn. 

Nicolina og maðurin Bjørgheðin Jacobsen, búðu í Nesvík norðuri í Sundalagnum. Í 2017 fluttu tey til Danmark, har børn, barnabørn og børn hjá barnabørnum búgva. Í sambandi við at tey fluttu til Danmarkar í 2017, hitti Sosialurin tey.

Lesið samrøðuna úr Sosialinum 

 

Nicolina av Kamarinum:

 

Fytur av landinum

 

– Nú eru vit bæði ikki ung longur, og húsini á Langasandi eru vorðin alt ov stór til okkara. Tá endaliga avgerðin um at flyta varð tikin, so var tað ikki torført at venja seg við tankan, sigur Nicolina Jacobsen, sum hósdagin flutti til Danmarkar at búgva 

 

Annika Kunoy Im skrivar:

 

Tey trý børnini hjá Nicolinu og Bjørgheðini Jacobsen búgva øll uttanlands: Døturnar báðar 

í Danmark og sonurin í Amerika. Nicolina og Bjørgheðin hava búð á Langasandi í 55 ár, og tankarnir um at flyta, ikki bert av Langasandi men av landinum, er komnir so líðandi. 

– Vit hava dámt so ómetaliga væl á Langasandi og orsøkin til, at vit valdu at flyta er ikki, at vit ikki trívast. Heldur ikki tí vit kenna okkum einsamøll – als ikki – tí vit eru virkin og eru nógv saman við fólki. Orsøkin er, at eg eri mamma, omma og langomma og vil fegin vera saman við familjuni. Vit blíva eldri og eru nú 78 og 79 ára gomul. Skulu vit flyta, so má tað verða nú, sigur Nicolina Jacobsen, ella Nicolina av Kamarinum, sum flest okkara kenna hana. 

 

##med2##

Hon hyggur út gjøgnum stovuvindeygað at vakra útsýninum enn einaferð: Sunnan sæst høgoyggj og norðan Eiðiskollur. 

– Tað er onki at ivast í, at vit fara at leingjast heim, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvat tað ger við ein at fara frá slíkum umhvørvi sum hesum, sigur hon. 

Hóast tankarnir um at flyta eru komnir so líðandi, so er avgerðin nýggj. Bjørgheðin og Nicolina tóku endaligu avgerðina í ár. 

– Nú eru vit bæði ikki ung longur, og húsini á Langasandi eru vorðin alt ov stór til okkara. Tá endaliga avgerðin um at flyta varð tikin, so var tað ikki torført at venja seg við tankan, sigur Nicolina Jacobsen. 

Tey stóru eyðkendu gulu húsini norðast í bygdini á Langasandi vórðu sett á sølulista, og tey vórðu skjótt seld. Vit báðar seta okkum niður í stovuni á Langasandi at tosa dagin fyri, at tey skulu flyta. Vit sita millum pappeskjur, flytifólk og familju, ið er komin at hjálpa hjúnunum við stóru uppgávuni, at fáa alt pakkað í kassar, ruddað og vaskað. 

– Tað hevur verið strævið at rigga av við húsunum og døturnar báðar eru komnar heim at hjálpa við tí, greiðir Nicolina frá. 

Ein meldur av kenslum 

 

##med3##

– Eg má næstan klípa meg sjálva í armin og vita, um hetta veruliga hendir, sigur Nicolina Jacobsen, tá hon verður spurd, hvussu tað kennist at flyta av landinum. 

Hon greiðir frá, at tey bæði fluttu úr Havnini – har bæði vuksu upp – norð til Langasands, tá tey giftust. Tey hava búð á Langasandi øll árini, undantikið tíðina tá Bjørgheðin gekk á læraraskúla, og tá hann lærdi til múrara. 

– At fara hiðani er ikki ein løtt avgerð fyri hvørgan okkara. Eg fari at sakna umhvørvið, fjøllini og veðurlagið, hóast tað er upp og niður við tí. Eisini fara vit frá familju og vinum, men vit velja at leggja dent á tað góða heldur enn tað ringa, sigur hon. 

Hon greiðir frá, at tað góða er, at tey flyta í ein minni bústað í Skive – eina ognaríbúð við trimum kømrum, og at tey fara at búgva í vøkrum, friðarligum og grønum umhvørvi mitt í býnum. Tað eru fimm minuttir at ganga út á gongugøtuna, og tvær kirkjur og ein kirkjugarður eru tætt við. 

– Tað besta er, at vit búgva mitt ímillum døturnar, og at tað bert fer at taka á leið 30 minuttir at koyra til báðar teirra. Eisini verður lættari at ferðast til USA, har sonur okkara býr, sigur Nicolina Jacobsen. 

– Vit hava eisini ommuog abbabørn og langommu- og langabbabørn. Tað elsta langommu- og langabbabarnið skal fermast í vár, og tað er óalmindiliga stuttligt, at vit sleppa at vera við til tað, sigur hon spent. 

Hon greiðir frá, at tey árini børnini hava búð uttanlands hava Bjørgheðin og hon verið flink at ferðast, bæði til Danmarkar og eisini langa vegin til USA. Tey hava ofta verið í Danmark á jólum, tí tað hevur verið lættari hjá teimum báðum, at ferðast niður enn tað hevur verið hjá børnunum øllum, at komið heim. 

Ein tann seinasta myndin áðrenn hjúnini fluttu av Langasandi 

– Hetta verður alt lættari nú, sigur hon. 

 

##med4##

Vænta at trívast 

Bjørgheðin og Nicolina hava sum vera man vitjað í Skive fleiri ferðir. Hon greiðir frá, at har er nógv hjá pensiónistum at takast við, hava tey hug. 

– Har er bæði fimleikur og dansur, flennir hon, og leggur afturat at tey ikki hava nakrar serligar ætlanir um, hvat tíðin skal brúkast til, men tey fara at vita, hvat verður bjóðað. 

– Tað sum er mest átrokandi er, at man trívist. Eg dugi ikki at síggja, at vit ikki skulu trívast, staðfestir hon. 

Hon greiðir frá, at skuldi tað borið so á, at tey als ikki trívast á flatlondum, so koma tey aftur til Før oya. 

– Eg sigi ikki, at vit ikki koma aftur, men vit fara við tí í kvittanum, at vit vóna og vænta at trívast. Eg haldi, at danska mentanin er løtt at koma inn í og at liva í, sigur hon. 

– Tað er møguliga ein onnur mentan, men eg haldi, at man fer við einum opnum sinni, og man lærir av øllum, sum man ger. Man er ongantíð ov gamal at læra og síggja nýggjar síður av tilveruni, leggur hon afturat. 

 

##med5##

Skrivar altíð sangir 

Fleiri av sangunum og løgunum, sum Nicolina hevur skrivað og sungið eru vorðnir fólkaogn. 

Sangirnir verða til, tá hugalagið er tað rætta, og hon glamrar á ljóðføri og fær okkurt at hanga saman, greiðir hon frá.

– Eg seti meg ikki niður við tí fyri eygað at skriva sangir. Men eg seti meg av og á við gittarini og glamri. Tað er ein prosess, sum altíð er í gongd, sigur hon.

Spurd um, hvønn av sangum sínum henni dámar best, er hon skjót at nevna “Mær leingist”.

– Eg eri glaðast og stoltast yvir “Mær leingist”. Tann sangin elskaði eg við tað sama, og tað er okkurt við endurtøkuni av orðunum, sum mær dámar væl, sigur hon.

Hon nevnir eisini vakra lagið “Tá kvøldið kemur”, ið varð skrivað eitt kvøldið hon hevði verið til arbeiðis á Bacalao.

– Eg var liðug um midnátt, og veðrið var so ótrúliga flott. Tann sangin gjørdi eg lidnan tað kvøldið. Eg gjørdi lagið fyrst, og síðani sang eg orðini inn á ein bandupptakara, leggur hon afturat.

 

##med6##

Nicolina Jacobsen greiðir frá, at íblásturin til sangirnar ofta kemur frá náttúruni og umhvørvinum. Hon heldur ikki, at hon missir tann íblásturin, hóast hon flytur av landinum, tí íblásturin liggur í henni. Hon er ikki vís í, um hon fer at framføra í Danmark, men tað er væl møguligt, um fyrispurningar koma. Tó, so verður tónleikurin altíð partur av henni og heimi hennara.

– Eg elski tónleik, og tað fari eg altíð at gera, sigur hon.

Tónleikur hevur altíð umgirt 

Nicolinu í barnaheimi hennara. Mamman var musikalsk og somuleiðis øll systkin hennara. Hon er glað um, at børnini og barnabørnini eisini eru dugnalig innan tónleik. 

– Tað er stuttligt, at tað fer víðari. Tónleikur er fantastiskur, og einum nýtist ikki endiliga at duga væl, tí fantastisk gleði kemst eisini av at lurta, sigur hon. 

Takksemi 

Nicolina sær eitt stórt virði í, at sangirnir, ið hon hevur skrivað og sungið, eru vorðnir fólkaogn. 

– Tað eri eg glað og óalmindiliga takksom fyri. Tað er eitt vakurt samband millum menniskju, tá ein sær virði í og vísur áhuga í tí, sum onnur gera. Tað rakar djúpar kenslur í menniskjum, sigur hon. 

– Eg havi so ómetaliga nógv at takka fyri. Í Føroyum eru vit so forkelaði, tí vit hava hetta praktfulla og friðarliga umhvørvi. Tað er ikki tað stóra av ófriði, sum aðrastaðni. Eg havi trivist væl, og eg elski hetta landið, hóast alt ikki altíð er ljósareytt, so hava vit fingið ótrúliga nógv í okkara part. 

Onkursvegna flytur ein nærri ófriðinum, tá flogfarið fer úr Føroyum, og hon hugsar eisini um ófriðin og yvirgangin, sum vit hoyra nógv um hvønn tann einasta dag. 

– Eg hugsi um børnini og tey ungu. Man vil, at alt skal vera gott, og at tey ungu ikki skulu vera bangin fyri nøkrum, men soleiðis er ikki, sigur hon. 

– Vit mugu tó hugsa positivt, og tað nyttar onki at seta seg niður at býta negl ella verða negativ, men heldur má man royna at sígg ja tað góða, tí tað eru nógv góð ting og nógv fitt fólk til í verðini. Eg vil gjarna samla uppá tær góðu løturnar, sjálvt um tað ikki altíð sær so pent út tað heila, sigur Nicolina Jacobsen. 

 

Útgávur hjá Nikolinu og Teimum av Kamarinum 

2011: Nicolina. Soloútgáva 

2005: Eg gleðist so hvørt jólakvøld/Mariu sonur 

2005: Dámliga Gøtan. Sangperlur í 50 ár 

2003: Nicolina syngur í Sandavágs kirkju 

2000: Tey av Kamarinum, endurútgivin sum fløga 

1984: Tey av Kamarinum 

1971: Góði jólamaðurin / Mariu sonur 

1963: Teir sigla um havið so víða og aðrir sangir 

1960: Mamma mín 

1959: Eg hugsi um teg / Lívið 

1959: Tá kvøldið kemur / Trygdareiðin 

1959: Kvøldarsólin / Í dreymalandi 

---

 

##med7##

 

Nicolina Jacobsen

Fødd ólavsøkuaftan í 1938

Gift við Bjørgheðini Jacobsen

Tey eiga trý børn Foreldrini vóru Jóannes úr Geil ættaður úr Skálavík og Olevina av Kamarinum úr Tórshavn

 

Nicolina av Kamarinum saman við manninum, Bjørgheðin Jacobsen

Sosialurin 15. september 2017

Tey av Kamrinum

Nicolina og Bjørgheðin nærindis Skive, sum verður teirra nýggja heim

Okkum hevur dámt so ómetaliga væl á Langasandi og orsøkin til, at vit valdu at flyta er ikki, at vit ikki trívast. Heldur ikki tí, at vit kenna okkum einsamøll – als ikki – tí vit eru virkin og eru nógv saman við fólki. Orsøkin er, at eg eri mamma, omma og langomma og vil fegin vera saman við familjuni, segði Nicolina við Sosialin í 2017

Nicolina á palli við Teimum av Kamarinum

Nicolina og Bjørgheðin uttan fyri heimi á Langasandi í 2017

Heimið hjá Nicolinu og Bjørgfinni á Langasandi