Neyðugt við tíðarhóskandi lóg um arbeiðsumhvørvi

Á vári 1996 og aftur á vári í 1998 varð uppskotið um lóg um arbeiðsumhvørvi lagt fyri Føroya Løgting. Í fyrra førinum varð uppskotið ikki liðugt viðgjørt orsakað av tíðarneyð, og í seinna førinum datt uppskotið burtur, tí nýval var útskrivað. Nú hevur Kristian Magnussen so aftur lagt uppskotið fyri tingið og var tað til 1. viðgerð í gjár

Ólavur í Beiti


Um endamálið við uppskotinum um arbeiðsumhvørvi, sigur uppskotsstillarin, at tað er at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóð við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum, og at skapa grundarlag fyri, at virkini sjálvi kunnu loysa teirra trygdar- og heilsuspurningar, við vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum, og við vegleiðing og eftirliti av Arbeiðseftirlitinum.

Uppskotið umfatar m.a. reglur fyri trygdar- og heilsulig tiltøk á virkjum, útinnan av arbeiðnum, arbeiðsplássið, teknisk hjálpartól, evni og tilfar, hvíldartíð og frísamdøgur, børn og ung undir 18 ár, læknakanningar v.m., arbeiðsumhvørvisráðið, arbeiðseftirlitið, kærur, revsing.


Undanførðslur

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Kristian Magnussen, at á vári 1996 og aftur á vári í 1998 bleiv uppskotið um lóg um arbeiðsumhvørvi lagt fyri Føroya Løgting. Í fyrra førinum bleiv uppskotið ikki liðugt viðgjørt orsakað av tíðarneyð, og í seinna førinum datt uppskotið burtur, tí nýval var útskrivað. Í vetur hevur undirritaði 2 ferðir við munnligum fyrispurningum á Føroya løgtingi spurt avvarandi landsstýrismann, Finnboga Arge, um landsstýrið ætlar at leggja uppskotið fyri tingið aftur. Hóast svarið frá honum var merkt av undanførðslum, so framgekk tó, at ætlaninin ikki var at leggja uppskotið fyri tingið aftur í verandi líki.

? Um vit í Føroyum skulu hava eina tíðarhóskandi lóg um arbeiðsumhvørvi eigur at verða gjørt av í løgtinginum, og verður uppskotið tí lagt fyri tingið aftur, sigur Kristian Magnussen í viðmerkingunum til uppskotið sum var til 1. viðgerð í gjár.


Gongdin

Um sjálva gongdina í málinum viðvíkjandi lógini um arbeiðsumhvørvi, verður annars sagt, at Føroya Landsstýri heitti í 1988 á Arbeiðsumhvørvisráðið um at koma við uppskoti til nýggja lóg um arbeiðsumhvørvi. Henda lóg skal avloysa lógina um arbeiðaravernd, sum kom í gildi 1. januar 1975. Í 1973 setti Danmark eina arbeiðaraverndarlóg í gildi fyri Grønland.

Í 1988 álegði landsstýrismaðurin Arbeiðsumhvørvisráðnum at gera eitt fullfíggjað uppskot til eina tíðarhóskandi arbeiðsumhvørvislóg fyri Føroyar. Hetta varð gjørt, og uppskotið varð sent kommunum, stovnum og øllum vinnufeløgum (bæði hjá arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum) til ummælis. Sum grundarlag fyri hesum lógaruppskoti hevur ráðið havt lógina, sum galdandi er í Grønlandi um arbeiðsumhvørvi.


Broytingar

Munurin millum hetta lógaruppskot og arbeiðaraverndarlógina er stórur. Arbeiðarverndarlógin hevur grundarlag í vernd móti vandamiklum maskinum. Í dag fevnir arbeiðsumhvørvi um vælferð, fyribyrging, best møguliga skipan av arbeiðið út um vernd móti vandamiklum maskinum.

Um oljuídnaður verður í framtíðini, verður tað eisini neyðugt við einum nútímans lóggávu innan fyri arbeiðsumhvørvisøkið, eins og tað er ein fyrimunur, at lóggávurnar líkjast teimum í grannalondunum.

Uppskotið frá ráðnum varð sent landsstýrinum í 1991. Á vári 1996 varð uppskotið lagt fyri tingið, men málið varð ikki liðugt viðgjørt og datt burtur. Tað er hetta uppskot við smáum broytingum, sum aftur verður lagt fyri tingið, og sum var til 1. viðgerð í gjár.