veggjamálningur
William Smith var at kalla húslistamaðurin á Hotel Hafnia. Ein stórur málningur av einum víkingaskipið hongur í Lobbyini, og er íblásturin til henda málning helst fingin úr navninum Hafnia og tí eyðkenda búmerkinum. Hesin málningur hevur hingið á Hotel Hafnia í meira enn 50 ár, men síðsta vár bleiv hann reinsaður og fluttur, so hann nú reiðiliga kemur til sín rætt.
Fleiri kend motiv
Uppi í matstovuni hevur William Smith málað beinleiðis á báðar endaveggirnar.
Hetta eru ymisk kend motiv úr Føroyum so sum Hoyvíkshólmur, Vágseiði og Tindhólmur, umframt tvey Føroyakort. Tann málningurin, sum nú hevur funnið fram til dagsins ljós aftur, er partur av hesum sjáldsomu føroysku veggjamálningunum, og er ein mynd av Trøllkonufingri, sum er málað rundan um hurðina inn í matstovuna.
Hóast tann umfatandi umvælingin av kømurunum og Høllini ikki er liðug enn, er restaurant Hafnia uppafturlatin aftaná umvælingina, og tað ber nú til at síggja hendan gloymda William Smith, sum er komin aftur til heiður og æru.
Goymdur - ikki gloymdur
Av Hafnia siga tey, at av verandi starvsfólkunum er eingin, sum minnist nakað um málningin. Men tað merkir tó ikki, at eingin veit um hetta.
Johan M. Restorff, sum jú í mong ár var ein ímyndunum av Hotel Hafnia, sigur William Smith og Christian Dahl-Restorff voru sera góðir vinmenn. Tí var Christian eisini millum teirra, sum hjálptu til, tá hotellið í 1951 fekk ein "umgang".
- Tá málingaarbeiðið í matstovuhæddini kom fyri, var ætlanin at tapetsera partar av veggunum við serligum , dygdargóðum tapeti. Hetta varð umbiðið úr Danmark, sigur Johan.
- Men tá Tjaldrið kom, var tapetið ikki við. Tíðarætlanin skuldi haldast, og 2 vikur fóru at ganga, áðrenn næsta lastin kom. Christian, sum ikki var av tolnastu monnum, varð ikki glaður um støðuna, men William gjørdist ikki mótleysur og segði brosandi »Hettar ordna okur«
- Og sum sagt, so gjørt. William keypti nøkur føroysk myndapostkort hjá H.N. Jacobsen, og eftir at hava blandað sær nakrar litir saman, var bara eftir at mála.
Johan sigur víðari, at tá enn ein umvæling av matstovuni stóð fyri framman, skuldi ein nýggj forstova gerast móti matstovuni.
- Vit hildu tað vera synd, um vit tá skuldu mála oman yvir vøkru listina hjá Williami. Tí varð ístaðin gjørdu ein eyka veggur oman yvir hesa, soleiðis at málningurin framvegis var at finna, um hugur skuldi vera til tess. Og hjá okkum er hugaligt at staðfesta, at hesir vøkru málningar nú aftur koma til sín rætt, sigur John M. Restorff at enda










