Newcastle áhugað í Saviola

Enska blaðið News of the World skrivaði í gjár, at Newcastle hevur sýnt áhuga fyri argentinska spælaranum Javier Saviola, sum er sáttmálabundin við Real Madrid. Tað verður ikki roknað við, at 26 ára gamli Saviola kann vinna sær pláss á liðnum úr Madrid, og tí kann hann verða leigaður til enska felagið hetta kappingarárið.