Ein nevnd í Umboðsmannatinginum, sum kannar álopið á amerikonsku kongressina 6. januar í 2021, hevur gjørt av at stevna fyrrverandi forsetan, Donald Trump.
Tað var ein samd avgerð í nevndini, sum hevur tveir republikanskar limir, skriva amerikanskir miðlar.
Nevndin ynskir at kanna Trump um leiklut hansara, tá fleiri túsund viðhaldsfólk hansara lupu á og trongdu seg inn í Kongressina.
Her skuldi varaforsetin Mike Pence vátta, at demokraturin Joe Biden hevði vunnið forsetavalið.
– Hann hevur skyldu at svara fyri gerðir sínar, sigur demokraturin Bennie Thompson úr kanningarnevndini við The New York Times.
Hann leggur afturat, at tað er talan um »eina óvanliga avgerð«, tá nevndin velur at stevna Donald Trump.
– Tað er tí, at vit vilja taka hetta stigið í fullum opinleika fyri amerikanska fólkinum, sigur Benny Thompson sambært CNN.
/ritzau/