alnetið
Eitt lið av dugnaligum brotsmonnum roynir at skapa sær vinning við at lokka peningastovnsupplýsingar úr fólki á alnetinum fyri síðani at stjala pening á kontum hjá fólkum, ið lata seg lumpa.
Ritzau skrivar um arbeiðsháttin hjá brotsmonnunum, at t.d. kundar hjá Eurocard í Svøríki hava fingið teldupost um, at innbrotsroynd er gjørd á kontu kundans, og at kontan av tí sama er »fryst«.
Ein leinkja í teldupostinum beinir síðani fólk til eina falska Eurocard-heimasíðu, har kundarnir verða bidnir um upplýsingar um teirra kredittkort til tess at fáa kontuna latna upp aftur.
Danska løgreglan sigur seg vera vitandi um tað, ið fyriferst uttanlands, og hon fylgir væl við við í tí tilfari, sum kemur frá Europol.